Hámarksferð, trygdarbelti, hjálmur og (onki) rúsdrekka

5. oktober 2021

Hámarksferð, trygdarbelti, hjálmur og onki rúsdrekka

Hetta eru orð, sum ganga aftur og aftur, tá tað snýr seg um ferðslu.

Í hesi vikuni hava 9. flokkarnir á Skúlatrøð verið til árliga ferðsluátakið hjá RFF, har ljós verður varpað á ansni í ferðsluni og har endamálið er at náa nullhugsjónini – at ongin skal doyggja í ferðsluni.

Skráin var stúgvandi full av góðum, fjølbroyttum og upplýsandi innleggum, sum øll rúnarbundu næmingarnar. Fyrst vóru vit boðin vælkomin av Lovisu Petersen Glerfoss stjóra, síðani høvdu umboð fyri koyrilærarar, sjúkraflutningstænastuna, løgregluna, vanlukkurakt og avvarðandi upplegg. Tey komu inná ógvusligu avleiðingarnar, sum gáloysni, rúsdrekka og skeivar avgerðir hava í ferðsluni, og tá ið sorgin rakar.

Myndirnar og frásagnirnar vóru sterkar og tað sást, at tær høvdu ávirkan á næmingarnar.

Eisini vóru næmingarnir settir skákmát, tá teir fingu eina veruliga hending at taka støðu til. Teir skuldu kjakast út frá innleggum og viðmerkingum á sosialu miðlunum um ávísu vanlukkuna, har ein 15 ára gamal drongur á skutara drap eina 6 ára gamla gentu.

Næmingarnir royndu eisini rúsdrekkabrillur, sum simulera promillu í blóðinum. Her sóu teir, hvussu torført tað er at stýra og hava tamarhald, tá ein er ávirkaður av rúsdrekka.

Dagurin var sera viðkomandi fyri hendan aldursbólkin, tí fleiri av teimum hava ein virknan leiklut í ferðsluni við at koyra skutara.

Dagurin var ógvuliga læruríkur og gav næmingunum nógv at hugsa um. Alt, sum teir sóu og hoyrdu vóru hendingar frá veruleikanum.

Avgjørt eitt sera gott ferðsluátak hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

Myndir frá degnum liggja her