Fuglafrøðingur á vitjan

7. oktober 2021

7. flokkur hevur í eina tíð arbeitt við fuglum í lívfrøðitímunum. Í dag var fuglafrøðingurin Jón Aldará og vitjaði flokkin.

Jón undirvísti fyrst flokkinum í grundleggjandi viðurskiftum um fugl. Síðan varð farið út at lurta og hyggja eftir fuglum. Fuglafrøðingurin lærdi næmingarnar, hvussu farast skal fram, um tað skal eydnast at bera eyga við fuglarnar.

Líkindini vóru av tí besta, og niðri við Biskupstorg og við bátabrúgvarnar var nakað av fugli.

Næmingarnir bóru eyga við: Dunnur, vildunnur, æður og æðublikar, teistar í vetrarbúna, tjaldursgrælingar, fiskimásar, starar, krákur og ein grátítling.

Her eru nakrar myndir.

Ein góð løta hjá næmingunum saman við fuglafrøðingi og fuglum.