Ymislig andlit

19. oktober 2021

Um næmingarnir í 5. flokki vórðu spurdir, um tað ber til at gera andlit við ballónum og gipsi, so var svarið ja. Tí tað hava tey gjørt seinastu tímarnar í evning.

Tey blástu luft í ballónir og klæddu tær síðani við gipsi. Eftir at gipsið var stadnað, var arbeitt við at gera andlitini.

Verkætlan teirra var kreativi parturin, har tey arbeiddu við at gera ymislig andlit alt eftir, hvat tey høvdu hug at gera. Tey arbeiddu hugagóð, og úrslitið er tí eisini gott.

Fleiri myndir frá tilgongdini her.

Kreativa verkætlanin kundi t.d. eisini styrkt vitan teirra um lív og list við at verið tikið upp í søgu. Kanska hevur tú longu hugsað tað, men ymisligu andlitini minna eitt sindur um stóru standmyndirnar á Páskaoynni. Tær kunnu nevniliga skapa áhuga fyri list og mentan hjá fólki, ið hava búð fjarskotið mitt í Stillahavinum.

Her er dokumentarurin ”Fjaldu loyndardómarnir á Páskaoynni”. Hygg, um tú hevur hug.