Á Skúlatrøð er púra tómt

11. november 2021

So upplivdu vit tað aftur. Skúlin, sum vanliga er fullur av lív og virksemi stóran part av gerandisdegnum, stendur hesar dagar púra tómur og myrkur. Tó vóru nakrir lærarar í skúlandum í dag, tí tey møttust í samband við jólaroyndirnar, sum 8. og 9. nú eru til.

24. oktober komu boðini frá skúlaleiðsluni til foreldrini, at skúlagongdin hjá 4. til 10. flokki í vikuni var øðrvísi orsakað av smittu millum lærarar og næmingar. Skúlagongdin varð skipað soleiðis, at Serdeildin var í skúla eftir avtalu við viðkomandi starvsfólk, 1. til 3. flokkur var í skúla eftir tímatalvuni, og 4. til 10. flokkur hevði fjarundirvísing.

29. oktober vóru aftur boð frá leiðsluni um, at eingin broyting var á skránni. Nøkur høvdu glett seg at koma aftur í skúla, men so varð ikki. Aftur vóru nøkur í skúla og nøkur á netinum.

5. november komu boðini um hesa vikuna, og tey vóru enn verri. Tí vegna áhaldandi smittutilburðir millum næmingar og starvsfólk, er skúlin nú, eftir avtalu við Undirvísingarstýrið, latin aftur fyri allar næmingar. Næmingar í serdeildini hava, í tann mun tað er gjørligt, undirvísing á netinum, næmingar í 1. til 3. flokki fylgja við umvegis heimasetningin, næmingar í 4. til 10. flokki hava undirvísing á netinum.

Tað, sum tó er øðrvísi hesa vikuna er, at næmingarnir í 8. og 9. flokki eru til skrivliga jólaroynd á netinum heima. Skúlin hevur tó verið opið fyri næmingar, sum ganga í og 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig.

So, í løtuni er einki, sum tað plagar at vera. Skúlin er tómur, sum eisini myndirnar vísa. Hóast netundirvísing er betri enn ongin undirvísing, so vóna vit, at skúlin skjótt aftur bjóðar næmingunum vælkomnar aftur til ein mennandi og læruríkan dag.