Jólini byrja á bókasavninum

11. november 2021

Hóast næmingarnir enn mangla, so eru jólini við at byrja á bókasavninum

Nú er jólahuglagið við at vakna í fólki, og vit í skúlanum vóna at síggja næmingarnir í skúla aftur skjótt.

Hóast næmingarnir ikki hava verið í skúla í 3 vikur, so hava nakrir lærarir tó verið til arbeiðis á skúlanum av og á. Bókavørðirnir hava verið á bókasavninum og fyrireikað jólini og hava hugnað og pyntað.

Um til ber at siga, at eitt jólatræ er bókligt, so er hetta eitt av teimum. Í bókagoymsluni funnu vit nevniliga grønu bøkurnar til grøna jólatræið, sum tekur seg stak væl út. Hetta jólatræið er bæði grønt og grønt.

Jólabøkurnar eru settar fram, og vit vóna, at hetta verða eini hugnalig jól á bókasavninum.

Hetta fitta nissuparið gleðir seg í øllum førum til at síggja nógv fitt børn heilt skjótt.

Tit kunnu fylgja við her