Hvussu hava næmingarnir havt tað við netundirvísing?

12. november 2021

Myndin vísir næmingar í skúlagarðinum. Men eftir næstan tríggjar vikur við netundirvísing hjá mið- og hádeild, hevur hesin parturin av skúlanum staðið tómur. Hetta er ein løgin tíð, har næmingar og lærarar saman skulu finna stevið til øðrvísi undirvísing.

So í vikuni vóru nakrir næmingar á Skúlatrøð spurdir um tíðina við netundirvísing, og svarini vóru ymisk. Ein sigur, at í byrjanini var tað deiligt at vera heima, men aftaná eina viku byrjaði tað at blíva strævið, tí tað var ringt at fylgja við í skúlanum, og tað føldist, sum tey fingu nógv meira skúlating, enn tey plagdu.

Ein annar sigur, at dagarnir vóru øðrvísi, tí mann skuldi møta á netinum hvønn dag, og tað var ikki so lætt at biðja um hjálp.

Nakrir næmingar hava verið smittaðir og hava verið avbyrgdir. Av tí, at tað vóru fleiri, sum vóru smittað, gagnnýttu tey tað at vera saman við teimum í somu støðu. Tað var gott fyri tað sosiala lívið.

Ein triði segði, at tað var fínt, tí mann kundi liggja í songini allan dagin, men tó vónaði hesin, at tað skjótt aftur verður vanligt.

Aðrir hildu, at tá ið undirvísingin ikki er vanlig, eins og vanlig skúlagongd, arbeiða tey nógv, sjálvt um tey færri tímar, og tað er strævið. Men tað góða var, at tey ikki altíð skuldu so tíðliga upp.

 

Hvat siga næmingarnir?

Her eru nakrar útsagnir, sum eru ymiskar. Tey vóru biðin at svara stutt: Hvussu er undirvísing á netinum? 

Les her:

- Tað er deiligt, tí mann er bara heima allan dagin, og tað er stuttligt, og tímarnir kunnu enda eitt sindur tíðliga.

- Tað er avslappandi, vit sleppa onkrar dagar at sova longri, og mann behøvist ikki at skunda sær. Men onkuntíð er tað stressandi, tí vit vita ikki altíð, nær tímarnir byrja og tora ikki líka væl at spyrja spurningar í tímunum.

- Eg haldi, tað er fínt, men mær dámar betri at verða í skúla og síggja nógvar vinir og snakka við fólk og flenna og nógv annað.

- Tað er fínt, men keðiligt, tá ið mann ikki sær øll fólkini.

- Eg haldi, at tað er fínt, men tað er bara verri hjá mær at skilja gjøgnum netið. Man veit heldur ikki, um øll gera tað, ið tey skulu. Tað er nógv, ið royna at gera sær ómak, men tað er ikki so lætt gjøgnum netið.

- Tað er gott at hava undirvísing á netinum, haldi eg, og vit gera okkum ómak.

- Tað er fínt, men nú ynski eg eitt sindur at sleppa aftur í skúla. Tað kann eisini verða eitt sindur ringt at skilja, hvat man skal gera, tá ið man snakkar á netinum.

- Okkurt er gott við at hava undirvísing á netinum, men nógv er eisini strævið, til dømis tá mann hevur brúk fyri hjálp og annað.         

- Tað er eitt sindur strævið, tí vit skulu hyggja í eina teldu eitt sindur leingi, men vit sleppa undan nøkrum tímum, so tað er ókey. 

- Eg haldi, at tað er deiligt, og tað er meira frítt og friðarligt og minni troyttandi enn í skúlanum.

- Eg haldi, at tað onkuntíð kann verða torførari, enn tá ið vit eru í skúlanum, tí alt er meira fløkt á netinum. Men eg haldi, at tað er deiligt, at vit ikki hava líka nógvar tímar, sum um vit høvdu verði í skúlanum.

- Eg havi ikki so nógv ímóti at hava tíma á netinum. Eg havi betri ræði yvir skúlatingunum. Men mann kann jú ikki gera somu tingini, sum man hevði kunnað í skúlanum.

- Tað er eitt sindur strævið, men eisini deiligt, tí so sleppi eg at sova longri. 

 

So ymist og tó

Ymist er, hvørjar fyrimunir og vansar næmingarnir hava merkt. At enda sigur ein, at mær dámar ikki undirvísingina á netinum, og sóttarhald er so strævið. Saman við hesum eru nøkur, ið vóna, at netundirvísing ikki verður neyðug aftur enn á sinni. 

Nú byrjar vanlig undirvísing aftur mánadagin 15. november, og eftir hesum at døma eru fleiri, sum gleða seg at síggja vinirnar aftur. Hóast nakrir dagar við netundirvísing eru styttri, og at tað kann vera gott onkran dag at sova eitt sindur longri, so halda fleiri næmingar, at tað verður gott at síggjast aftur andlit til andlit. Eisini er tað jú lættari at skilja uppgávurnar og at biðja um hjálp í skúlanum. Tað hevur sjálvsagt týdning.  

So, verið vælkomin aftur í skúla mánadagin.

Vit síggjast og gott vikuskifti!