Úti er kavi og inni er jólaklipp

26. november 2021

Í dag var stóri klippidagurin á Skúlatrøð. Næmingarnir møttu kl. 8 og fóru hugaligir til verka og á skránni var at prýða floksstovuna. Hvør flokkur arbeiddi við sínum, men allir fóru saman út í góða kavaveðrið kl. 9.30.

Í tónleikastovuni vandu næmingar í 10. flokki undirspæl til jólahaldið, sum verður fyri jólafrítíðina. Tað gleða vit okkum til, og tað frætta vit meira um seinni.   

Ein góður dagar saman um jólaklipp við hugna, jólatónleiki og práti.