Ger góðar og jólaligar smákøkur

30. november 2021

Fríggjadagin var klippidagur á Skúlatrøð. Tá fingu næmingarnir í 7. flokki góðar og jólaligar smákøkur. Um tú hevur hug at gera smákøkurnar, so er uppskriftin her.

Smákøkurnar eru lættar at gera og smakka væl. Tað er kanska best, um tú hevur tíð at lata deiggið hvíla í einar 30 minuttir, áðrenn tú rullar út og formarnar smákøkurnar. Tú kanst eisini gera deiggið dagin fyri og brúka tað dagin eftir. Stilla tað í køkiskápið og tak tað út í góðari tíð, so tað ikki er ov kalt, tá ið tú byrjar at rulla út og forma tað.

Um tú velur at prýða smákøkurnar, so kanst tú baka ein dag og prýða dagin eftir.

Hetta er tað, tú skal brúka:

275 g hveitimjøl
125 g smør
125 g fínt rørsukur ella vanligt sukur
1 tsk. vaniljusukur
1 egg
1 spsk. sirop (ljósna, myrkan ella ahornsirop)

Soleiðis gert tú:

Viga mjølið og koyr tað í eitt ílat.
Koyr síðani smør, sum tú hevur skorið smátt, í.
Píska til smørið og mjølið er pískað saman.
Koyr sukur og vaniljusukur í og píska alt saman. Píska tó ikki ov leingi.
Koyr egg og sirop í og píska aftur til deiggið er pískað saman.

Tá ið deiggið sær næstan klárt úr, elt tað við hondunum eina løtu og vita, um tað er gott og fast. Koyr deiggið í eina lítla skál og lat deiggið hvíla í minst 30 minuttir køliskápinum, til tað skal brúkast. Um tað stendur í køliskápinum longur enn í ein tíma, tak tað so út 30 minuttir áðrenn tú brúkar tað.

Tá ið tú hevur fromað deiggið til tær smákøkurnar, tú ynskir tær, við jólaligum formum, so er klárt at seta í ovnin.

Hita ovnin til umleið 200 C. Bara í einar 8 minuttir.

Um tú hevur hug at brúka glasur, royn so hetta:

300 g florsukur
1 bikar av eggjahvíta
Vatn ella sitrónsaft – met um mongdina eftir tjúktini

Koyr alt í eina skál og píska í 5 til 10 minuttir. Píska ikki ov hart, men bara til tað er nóg stívt. Tú kanst tillaga tað við vatni og sitrónsaft.

Væl gagnist :)