Vit skulu hjálpa hvør øðrum

3. desember 2021

Inni í flokkinum hjá 5. flokki er jólaligt og ljósið er dempað. Í vindeygunum eru kavaflykrur, sum næmingarnir hava klipt og jólaperur. Næmingarnir sita hugagóðir og rokna á hvør sínari teldu.

Á vegginum í flokkinum eru trý ymisk uppsløg, sum næmingarnir eru samdir um hava týdning. Tey siga, at vit skulu:

  • hjálpa hvør øðrum, tá ið vit kunnu
  • siga frá, tá ið okkurt bagir og
  • lova øllum uppí

Næmingarnir hava í floksins tíma tosað um trivnað. Tey settu orð á, hvat hevur týdning fyri at faa ein góðan skúladag. Øll høvdu nógv uppá hjartað, og vóru samd um, at tað ger ikki tað saman, hvussu tey eru ímóti hvørjum øðrum. Lærarin var orðstýrari og setti síðani tríggjar setningar saman av tí, sum næmingarnir høvdu nevnt. 

Út frá prátinum vóru næmingarnir síðani settir í tríggjar bókar at gera uppsløgini, sum eydnaðust væl.

Spurd um, hvussu tey trívast í flokkinum, so eru tey samd um, at har er gott at vera. Onkuntíð er okkurt, sum bagir, men so taka tey tað upp og tað eydnast altíð at gera nakað við tað.

Meðan vit prátaðu, lá rokningin og bíðaði, og tá ið vit vóru liðug at taka myndir, ringdi tað út. Avtalað var, at tey máttu ansa sær í fríkorterinum, tí í dag er serliga hált um allan býin.

At enda heilsar 5. flokkur, at tað hevur týdning at hugsa um hvønn annan, so øll fáa ein góðan skúladag.