Saman við norðurlendsku vinum okkara

9. desember 2021

Hele Norden læser er ein verkætlan, sum Nordplus skipar fyri. 5. flokkarnir á Skúlatrøð eru partur av hesari verkætlan saman við Svøríki, Álandi og Norra við tí endamáli at geva næminginum góðar lesivanar og at vekja áhuga og forvitni fyri norðurlendska málinum. 

Í dag var so fyrstu ferð, at allir næmingarnir møttust á Teams. Avtalað varð frammanundan, at tey skuldu lesa ymiskar tíðindastubba upp. So teir lósu um bæði innanríkis og uttanríkis mál.

Tveir næmingar úr hvørjum flokki skuldu lesa upp. Næmingarnir høvdu sjálvir funnið tíðindi, sum teir lósu. Hetta var ein sera áhugaverd og fjølbroytt løta, kanska serliga tí lisið varð um alt møguligt - heilt frá Strokbløðum til áarross, ið høvdu fingið korona.

Tá ið løtan endaði, vóru næmingarnir longu spentir til at møtast aftur á Teams í komandi ári. Tá fara tey at arbeiða við bókini Perlufiskarin hjá Katrin Erlandsson, sum er úr Álandi. Bókin vann heiðurin at vera besta norðurlendska barnabók í 2021. Eisini sleppa tey tá at møta sjálvum rithøvundanum á Teams, sum tey sjálvsagt gleða seg til.

Ein góður og væleydnaður dagur saman við norðurlendsku vinunum, má sigast.