Dukkusjónleikur og jólasøga

10. desember 2021

Á jólum minnast vit, og hetta er eisini partur av undirvísingini á Skúlatrøð í desember. Í flokkinum Ziska 4 hava næmingar og lærarar gjørt ein dukkusjónleik við støði í jólasøguni, sum hon er søgd í bókini Bíbliusøgur eftir Svenning Tausen, og byrjar so:

„Augustus keisari gav boð um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. Maður fór tá frá húsi við húsfólki sínum til ættarbygd sína at verða skrivaður har.

Jósef fór úr Galilea, úr bygdini Nasaret til Betlehem, tí har var Dávid føddur. Hann hevði trúlovaðu sína, Mariu, við.

Tá ið tey vóru komin til Betlehem, átti hon barnið, ein son. Í einum fjósi varð Jesus borin í heim, tí ikki var rúm fyri teimum í gistingarhúsinum. Maria tók og reivaði son sín, hin fyrstafødda, og legði hann í eina krubbu.

Somu nátt lógu hirðar haðani úr bygdalagnum og goymdu at seyðafylgi sínum...” og vit kenna søguna og eisini søguna um vísmenninar úr Eysturlondum.

Sum myndirnar vísa, so hava næmingarnir gjørt sær ómak at hugsa øll inn. Mariu, Jósef, barnið, hirðarnar, vísmenninar, seyð og alt tað, sum søgan annars sigur.

Øll eru samd um, at hetta er ein søga, sum hóskar stak væl til dukkusjónleik, og nú gleða tey seg at framføra leikin.

Tú kanst eisini lesa um hetta her: Føroyar lesa.