Jólakalendarin á Skúlatrøð

10. desember 2021

Skúladagarnar fyri jól skipar skúlabókasavnið fyri jólakalendara á Skúlatrøð, og í morgun vóru boðini:

Hepni vinnarin 9. desembur var Elisa í 1.a. Hon vann vatnlitir og glimmurlitir. Vit ynskja Elisu hjartaliga til lukku.

Elisa var glað fyri vinningin, sum hon vann við at gita, hvør var á gomlu myndunum av bókavørunum. So, um tú vilt vera við í lutakastinum í komandi viku, far so inn á heimasíðuna og vel Bókasavn ovast á breddanum. Vel síðani Jólakalendarin 2021 á høgra bredda. Har finnur tú jólakalendaran, har tú kanst svara spurningum og harvið vera við í lutakastinum um ein góðan vinning.

Tú kanst eisini fara inn her.

Á skúlanum standa jólaprýddar eksjur, har tú leggur lepan við rætta svarinum á. Minnist til at skriva dagfesting, svarið og navn og eftirnavn á lepan. Koyr lepan í eskjuna, sum stendur á borðinum í gomlu miðhøll ella á skenkinum uttanfyri bókasavnið.

Vinnarin verður avdúkaður hvønn skúladag, tá ið nýggj lúka verður latin upp.

Bókasavnið heilsar øllum, at tey høvdu sjálvsagt viljað sæð næminarnar á bókasavninum, men í ár verður jólakalendarin á heimasíðuni.

Vónandi verða nógvir lepar lagdir í eskjurnar.