Skúlagongdin restina av árinum

10. desember 2021

Góðu foreldur

Sum landsstýrismaðurin kunnaði um í tíðindunum í KVF, fara næmingarnir í jólafríð frá hósdegnum 16. desember. Skipað verður tó fyri neyðansing fyri næmingar í grunddeildini fram til 21. desember. Nærri kunning um hetta verður á heimasetningunum hjá viðkomandi flokkum mánadagin.

Komandi dagarnir síggja soleiðis út:

Mánadagin 13. desember

Næmingarnir fylgja tímatalvuni
 

Týsdagin 14. desember

Næmingarnir fylgja tímatalvuni
 

Mikudagin 15. desember

Næmingarnir møta kl. 8:00
Kl. 11:00 verður ein jólagudstænasta send á YouTube, har næmingarnir sita í sínari floksstovu og taka lut
Eftir gudstænastuna, uml. kl. 11:30, hava næmingarnir jólafrí
 

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri