Jólahald hjá Valskúlanum

15. desember 2021

Hesar seinastu vikurnar hava næmningar í Valskúlanum vant jólaleik til jólahaldið og framførdu í gjár og í dag fyri næmingum, læraranum og foreldrum.

Av tí at tilmælini ikki geva møguleika at fylla trappuna, so máttu tey spæla leikin fleiri ferðir, eini 10 ferð, so at øll á Skúlatrøð fingu møguleikan at síggja leikin og verða við til haldið. 

Dúgliga hava tey vant og spennandi var at síggja framførsluna, sum eydnaðist væl.

Takk til øll í Valskúlanum fyri eina góða løtu saman.