Ger leskiligt jólafat í jólafrítíðini

14. desember 2021

Nú tað stundar til jólafrí, hava næmingar og lærarar brúkt seinasta tilfarið, sum er eftir í ár. Tey hava nevniliga tømt køliskápið og sum altíð, spurdist ein leskiligur rættur burturúr.

Kanska hevur tú hug at royna hann í jólafrítíðini - bæði lættur og skjóttur at gera.

Til fýra persónar brúkar tú:

10 egg
1,5 dl mjólk
2 súpisk. mjøl

Píska saman og krydda við salti, pipari og paprika. Koyr hetta í eitt smurt eldfast ílat.

Koyr síðani omaná:

1 pk av skinkustrimlum
4 skornar pylsur 
1 skorna piparfrukt

Set inni í ovnin og baka á 180 gradum í umleið 20 minuttir.  

Gott er at hava breyð ella langabreyð við hvítleyki afturvið.

Væl gagnist!