Enn ein góður skúladagur

14. desember 2021

Í morgin fáa næmingarnir á Skúlatrøð jólafrí. Hetta eyðkennir skúladagin hjá fleiri, sum umframt undirvísing hava lagt ætlanir um at hugna um, skipa fyri hugnatímum og spæla ymisk spøl. Jólatíðin er serstøk - eisini í skúlanum - og gevur høvi á ein jólaligan hátt at arbeiða við trivnaði. 

Inni hjá Ziska 4 varð ein serstøk ætlan løgd fyri dagin í dag. Tey hava seinastu dagarnar arbeitt við dukkusjónleiki við støði í jólasøguni, og nú var tíðin komin at gera okkurt heilt annað.

Les meira um dukkusjónleikin her.

Fyrst fóru tey at skoyta á Biskupstorgi. Hetta gekk væl, og tey fingu rættiliga roynt sína skoytuførleikarnar. Tað var eitt sindur vátt, so onkur fekk onkran karmin.

Tá var gott at fara aftur í skúlan at heita seg, tí har bíðaði enn ein øðrvísi uppliving. Tað var jólahaldið hjá Valskúlanum við sangi, sjónleiki og undurhaldi. Hetta dámdu teimum væl, og tey vóru samd um, at hetta var enn ein góður skúladagur.

Í morgin møta allir næmingar á Skúlatrøð kl. 8. Kl. 11 verður farið til árligu gudstænastuna, sum í ár verður stroymd. Næmingarnir sita tí í egnari stovu til gudstænastuna. Hetta vænta tey í Ziska 4 fer at virka væl. Øðrvísi, men eisini gott.