Við ynski um eitt læruríkt nýggjár og ein virknan januar

3. januar 2022

Veitst tú, at gransking vísir, at tað er gott fyri likam og sál at vera virkin. Tí eggjar Fólkaheilsuráðið aftur í ár børnum, ungum og vaksnum at vera virkin á ymiskan hátt. Hetta verður gjørt við einum álmanakka.

Trýst her og síggj álmanakkan.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum pdf. ella mynd. Teir innihalda hugskot til, hvussu tú hvønn dag í januar kanst gera okkurt, sum kann styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja álmanakkanum hvønn dag, av og á, ella bara sum íblástur. Tú kanst sjálvsagt eisini brúka tíni egnum hugskot.

Minst til, at tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men virknari tú ert, betri er tað fyri sálarheilsuna. Viðfesta myndin kann eisini geva tær íblástur til at vera virkin, tí enn ber til at skoyta á Biskupstorgi.

Vit ynskja tær og tínum eitt læruríkt nýggjár og ein virknan januar, og vit síggjast aftur mikudagin 5. januar kl. 8.