Tíðaravmarkað lærarastarv leyst á Skúlatrøð

5. januar 2022

Tíðaravmarkað lærarastarv leyst á Skúlatrøð frá uml. 4. februar til 24. juni 2022

Søkt verður eftir lærara við setanarbroti 0,8 til tíðaravmarkað starv

Undirvísingartímarnir eri hesir:

  • Føroyskt, kristni og evning í 2. flokki
  • Tvílærari í 2. flokki
  • Týskt í 9. flokki

Starvið hevur lønarbrot 0,8, men kann eftir ynski gerast til fulltíðarstarv.

Søkt verður eftir lærara, sum:

  • vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
  • dugur at samstarva og er fyrikomandi
  • sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
  • hevur áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Starvið eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. januar 2022 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Postsmoga 260
FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Skúlaárið 21/22 ganga 717 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 9 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.