Ongantíð aftur!

7. januar 2022

Altjóða Holocaustdagur er 27. januar.

Nám og Amnesty International gera nógv burturúr fyri at halda dagin og upplýsa um Holocaust. Lærarar í hádeild kunnu tilmelda sín flokk til tiltakið, sum verður stroymt hósdagin 27. januar kl. 10:00 til 11:30.

Á bókasavninum hava vit fyrireikað okkum og sett bøkur fram, sum á ein og annan hátt eru um tað, sum hendi undir seinna heimsbardaga og fólkadráp yvirhøvur. Her eru yrkisbøkur um Holocaust og søguligar skaldsøgur. Eisini hava vit kendu dagbókina hjá Annu Frank.

Kom inn á bókasavnið og vel tær eina góða og upplýsandi bók.