Stormkøkur í góðveðri

10. januar 2022

Í góðveðrinum fríggjadagin vóru næmingarnir í 1.d úti í Grøv og kókaðu sær suppu við stormkøki. Veðrið var gott, tí valdu tey sjálvsagt at vera úti ein part av skúladegnum.

Næmingarnir hugnaðu sær óført, og væl gagnaðist suppan, sum tey sjálvi vóru við til at gera :)