Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár

10. januar 2022

Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár verður, eins og seinasta ár, umvegis heimasíðu skúlans.

Ístaðin fyri at børn og foreldur koma í skúlan at skriva børnini inn, fer innskrivingin fram við at trýsta á breddan omanfyri tíðindini á forsíðuni. Síðani kemur tú inn á eitt útfyllingarblað, sum skal fyllast út talgilt. Hetta verður síðani sent skúlanum, og barnið er skrivað inn.

Innskrivingin er opin til 24. januar 2022.

Vinaliga

Vagn Foldbo, skúlastjóri