Barna SWAY á Skúlatrøð

14. januar 2022

Í morgun varð bjóðað til eina lætta, vakra, jazzuta og syngjandi løtu á Skúlatrøð. Sangbólkurin SWAY tók við góðu framførsluni øll somul við inn í jazzin gjøgnum kend barnaløg, sum samstundis gjørdist til eina interaktiva a capella jazzframførslu.

Tær lærdu næmingarnir ymisk jazz eyðkenni ígjøgnum sang, sjónleik og dans. Næmingarnir sluppu at vera við í framførsluni við at syngja ymiskar harmoniseringar, sum tilsamans skaptu akkordir, og samstundis sluppu tey at royna seg eitt sindur við ræddarimprovisering.  

Sangfuglarnir vóru Marianna Winther Nagata, Dania O. Tausen og Katrina Olsen og við myndunum og livandi klippunum takka vit teimum fyri eina frálíka og fríska løtu.

Løtan var skipað eftir almennu tilmælunum.