Úr listaleypinum komu teir 12 mánaðirnir

17. januar 2022

Aftur í morgun komu tónleikarar á gátt á Skúlatrøð. Tað var tónaskaldið Páll Sólstein sum saman við EKA trio framførdi yrkingarnar Teir 12 mánaðirnir eftir prestin Lisbeth Smedegaard Andersen.

Teksturin í yrkingunum var á føroyskum, og var hann soleiðis skipaður, at hvør einstakur mánaður hevði eina nýggja og øðrvísi ljóðførissamanseting, sum í sær sjálvum gjørdi konsertina spennandi og hendingaríka. Tónleikurin var framførdur við klaveri, trompet, saksofon, sangi og slagverki. 

Tað er Nicolina Dahl, sum hevur týtt yrkingarnar, og EKA trio eru Ernst Dánjalsson Remmel, Kristina Thede Johansen og Aksel Dánjalsson Remmel.

Fyri eina góða løtu saman við 6. flokkunum, við góðum og listaligum íkasti úr Klaksvík, siga vit á Skúlatrøð takk fyri orð og tónar!