Hvussu nógv sukur er í tí, vit eta?

20. januar 2022

Í 7. flokki hava tey tosað um, hvussu nógv sukur er í matinum, vit eta. Bókin leggur m.a. upp til, at tosað verður um kost og heilsu, kostráð og rørslu.

Myndin vísir í sukurmolum sukurinnihaldið pr. 100g av vørunum, sum næmingarnir valdu at hava við í skúla. Hvør sukurmoli vigar 2 gramm. 

Í 2021 fingu føroyingar nýggj kostráð. Tey vóru úrslit av arbeiðinum hjá Fólkaheilsuráðnum at greina kostvanar hjá føroyingum, sum vóru við í stóru fólkaheilsukanningini Hvussu hevur tú tað?. Har sóu tey ein tørv á at varpa ljós á týdningin í, hvør kostur er góður fyri okkum.

Kanningin vísir, at tað, sum vit halda, kanska ikki altíð er soleiðis í veruleikanum, t.d. hava vit hildið, at føroyingar eta nógvan fisk, men kanningin vísir, at fiskur liggur væl aftan fyri kjøt á listanum yvir døgurðamat, meðan vit eta nógv meira kjøt enn ráðiligt er. Eisini vísir kanningin, at vit eta alt ov lítið grønmeti.

Boðini í kostráðunum, sum eisini síggjast á viðfestu mynd, eru millum onnur hesi:

  • et meira grønmeti og frukt
  • et minni kjøt og meira fisk og bjølgfruktir, tað er t.d. ertrar, bønir, linsur og jarðnøtur
  • et fullkornsríkan mat

Bjølgfruktin hevur ikki verið so vanlig í føroysku matmentanini, og tað verður spennandi at fáa meira av hesum í okkara matgerð í Føroyum.

Les meira her.

Borðið, sum vísir sukurinnihaldið í matinum, stendur í matarøkinum uttan fyri køkin.