Á Skúlatrøð ynskja vit at gera mun

5. apríl 2022

Vit kunnu øll gera mun og saman røkka vit langt, og tað er eisini grundarlagið fyri verkætlanini, sum í morgun fór av bakkastokki við morgunsangi og nøkrum orðum frá Reyða krossi Føroya. 

Endamálið við verkætlanini er at savna pening inn til børn í Ukraina. Við verkætlanini ynskir skúlin at gera mun og eisini at skapa sambond millum næmingar og nærsamfelagið, soleiðis at býurin stendur saman við tí endamáli at hjálpa har, ið tørvur er á hjálp.

Tí vit vita, at smáar barnahendur megna nógv. 

Í dag er øll vanlig undirvísing niðurløgd. Elstu næmingarnir fara til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum, meðan yngstu næmingarnir fara út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum fara hinir næmingarnir at framleiða smáar prýðislutir, sum møguligt verður hjá foreldrum og øðrum at ogna sær hóskvøldið, tá øll eru boðin til almenna kvøldsetu á Skúlatrøð. 

Skúlin ynskir at takka fyritøkunum í býnum, sum bjóða næmingum okkara arbeiði í nakrar tímar. Soleiðis koma næmingarnir í samband við nærsamfelagið, sum tó liggur uttanfyri sjálvan skúlan. Hetta er skipað við samstarvi við Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu. Næmingarnir kunnu royna ymiskt arbeiði, sum annars ikki er gerandisdagur á skúlanum, og aftur fyri lata fyritøkurnar eina stuðulsupphædd til skúlan, sum seinni í vikuni handar Reyða krossi í Føroyum peningin.  

Hetta gevur næmingunum nakrar øðrvísi royndir, samstundis sum næmingarnir vónandi eisini fáa eina kenslu av, at tey sjálvi hava verið við til at savna peningin inn.
 
Um tit bera eyga á næmingarnar í býnum, sendi teimum eitt vinarligt smíl og minst til, at øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetu hóskvøldið, har høvi verður at stuðla verkætlanini.