Til arbeiðis fyri børn í Ukraina

5. apríl 2022

Í dag sluppu næmingarnir í hádeildini til arbeiðis, og øll vanlig undirvísing var niðurløgd. Tað vóru nakrar fyritøkur í býnum, sum bjóðaðu næmingunum inn, og aftur fyri lata tey eina stuðulsupphædd til skúlan, sum seinni í vikuni verður handað Reyða Krossi Føroya. Peningurin fer til børn í Ukraina.

Hugurin til arbeiðis var góður hjá næmingunum, og fyritøkurnar gjørdu sær stóran ómak at geva teimum hóskandi uppgávur. Tey royndu m.a. at koyra trukk, reinsa og vaska gólv, reinsa trol, spæla við barnagarðsbørn, koyra reyðar knoppar í eina maskinu, sum ger stólpar, stápla fiskakassar, smíða, vaska og pussa, sýna klæðir fram, setta vøru á hillarnar og mangt annað. 

Skúlin ynskir at hjartaliga at takka fyritøkunum fyri ómakin.

Tí umframt at vera við at gera mun fyri børn í Ukraina, komu næmingarnir á arbeiðsplássunum í samband við samfelagið, sum liggur uttan fyri sjálvan skúlan, og sum annars ikki er partur av gerandisdegnum á skúlanum. Hetta gav næmingunum nakrar øðrvísi royndir, samstundis sum næmingarnir vónandi eisini fingu eina kenslu av, at tey sjálvi hava verið við til at savna peningin inn.