Øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetu hóskvøldið

6. apríl 2022

Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin øllum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til.

Nýggja miðhøllin verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.  

Á nýggja pallinum verða ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka.

Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar. 

Øll eru so hjartaliga vælkomin til at støkka inn á gólvið hósdagin, tá kvøldsetan er.  
 
Verkætlanin á Skúlatrøð verður framd í samstarvi við Reyða Kross Føroyar, Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu.  
 
Um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hjá næmingunum á Skúlatrøð ber til at flyta eina peningaupphædd á konto 9865- 200.045.2 áðrenn 7. apríl. Viðmerk “Ukraina-innsavnan Skúlatrøð”.