Sælari er at geva

7. apríl 2022

Í dag eru øll á Skúlatrøð farin í sving, tí hetta er seinasti dagur í fyrireikingunum til kvøldsetuna á Skúlatrøð, sum byrjar kl. 16. Samstundis er hetta endin á eini virknari og øðrvísi skúlaviku, har allur skúlin verið partur av áhugaverdu verkætlanini við tí endamáli at savna pening inn til børn í Ukraina.

Høvuðsboðskapurin í allari verkætlanini er, at vit øll kunnu gera mun, og at saman røkka vit langt.

Nakrir næmingar fóru týsdagin til arbeiðis hjá fyritøkum í býnum, sum afturfyri lótu eina peningaupphædd, og í skúlanum hava aðrir næmingar evnað lutir til, sum vitjandi á kvøldsetuni kunnu ogna sær. Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til børn í Ukraina.

Ein stórur partur av allari verkætlanin er at geva næmingunum eina fatan av, at tey kunnu gera mun. Tí kendist tað serstakliga væl at gera klárt í dag, tí so mong hava staðið saman um verkætlanina og nógv eru komið burturúr.

Eisini kendist tað væl, tá ið næmingar úr 8. flokki í morgun høvdu verið í køkinum og bakað lærarunum eina køku.

- Vit halda, at nú hava tit gjørt so nógv, so hetta skulu tit fáa afturfyri stríðið, smíltust tær.

Júst við hesum er eitt av stóru málunum nátt. Tað er við at geva, at vit gerast ríkari, og sælari er at geva enn at fáa.

Vit takka fyri køkuna, sum smakkaði óføra væl, og fyri allan vælviljan frá øllum pørtum í samband við stóru verkætlanina. Nú er skúlin klárur at taka ímóti tykkum.

Vit síggjast til kvøldsetuna, sum byrjar kl. 16, og kl. 20 verður peningurin, sum er komin inn, handaður Reyða Krossi Føroya. 

Verið hjartaliga vælkomin!