Takk fyri!

7. apríl 2022

Í kvøld endaði stóra verkætlanin á Skúlatrøð, har skipað var fyri innsavning til børn í Ukraina, við kvøldsetu. 

Mong vitjaðu, og tá ið stuðulin frá fyritøkum, stovnum og einstaklingum var taldur upp, vóru kr. 294.179.- komnar inn. Peningurin var síðani handaður Reyða Krossi Føroya, sum takkaði fyri.

Vit á Skúlatrøð ynskja av hjarta at takka øllum, sum valdu at stuðla og gera mun fyri børn í Ukraina.