GIGNI fingið nýggja heimasíðu

8. apríl 2022

Á Skúlatrøð starvast skúlaheilsufrøðingar, sum bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Hetta eru fyribyrgjandi heilsutænastur til næmingar, børn og ung, sum skulu gera sítt til at tryggja best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi.

GIGNI, har skúlaheilsufrøðingar eru starvssettir, hevur nú fingið nýggja heimasíðu, sum er upplýsandi og sigur frá, hvat tey gera undir ymsum heitum m.a. rørsla, matur, svøvnur og kynsbúning. 

Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin persónligar samrøður við næmingar, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum. Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka næminginum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum. Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.

Um tú hevur spurningar til skúlaheilsufrøðing, so kanst tú senda Fríðunn, sum er skúlaheilsufrøðingur á Skúlatrøð teldupost fridunnj@gigni.fo ella ringja 562393.

Ein heilsufrøðingur hevur nomið sær serútbúgving innan:

  • likamliga, sálarliga og sosiala heilsu og menning hjá børnum og ungum
  • tilknýtið og foreldraførleika
  • heilsufremjan