Grøvin er tóm

8. apríl 2022

Pálmasunnudagur verður sunnudagin, og nú standa páskirnar fyri framman. Í seinastuni hava næmingarnir í innskúlingini tí sungið páskasálmar og sangir til morgunsang, og í kristni hava næmingarnir hoyrt og lært um páskirnar.

So í morgun varð farið í kirkju, har Hanus prestur greiddi frá um páskirnar, um páskasiðir og hendingar. Eisini vóru sungnir páskasálmar og sangir, sum næmingarnir nú kenna.

Hetta var ein góð og lærurík løta, har prestur segði eina góða søgu um eitt tómt páskaregg, sum skuldi ímynda eina tóma grøv. Um tú ert forvitin, so kanst tú spyrja onkran lærarar ella næming í innskúlingini, so kunnu tey siga tær søguna.