Hvat merkir tað at vera ein hetja?

19. apríl 2022

Hvat merkir tað at vera ein hetja? Merkir tað, at man er stórur og sterkur og bjargar øðrum, ella merkir tað, at man bara er ein góður vinur at heita á? Í samband við at evnið Hetjur varð tikið upp í seinasta STROK-blaðnum, vóru Jógvan, Bjørg og Dávid biðin um at seta orð á, hvat ein hetja er.

Les svarini hjá teimum trimum í STROK her.

Umframt teirra svar, so sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen, at ein hetja er ein, ið fremur eina hetjugerð av fríum vilja, tí hon vil hjálpa øðrum. Ikki tí hon sjálv vil vinna nakað ella fáa ein fyrimun av tí. Ein hetjugerð kann bæði vera, at hetjan ger nakað aktivt, sum til dømis at bjarga onkrum í neyð, men kann eisini vera meira passiv, sum til dømis at ikki vilja vera við í einum bólki, sum happar. Hon vil eisini vera við, at hetjur eru púra vanlig fólk, og at øll kunnu vera hetjur á ymiskan hátt m.a. fyri okkara vinir, systkin og foreldur. 

Hetta sigur hon við støði í gransking um hetjur, har hon spurdi føroyingar, hvørjar okkara hetjur eru. Síðani hevur hon eisini gjørt undirvísingartilfar til míðnámsskúlarnar um hetjur og hetjuskap.

Lurta her eftir Nón sending við samrøðu við Tóru um hetjur.

Kennir tú onkran, sum er ein hetja? Um tú hevur eina góða hetjusøgu, sig læraranum frá, so fleiri kunnu hoyra hana.