Jónas unglingameistari í talvi

20. apríl 2022

Í vikuskiftinum gjørdist Jónas Sólsker í 9. flokki, eftir eina sera spennandi og tætta talvkapping, nýggjur unglingameistarin fyri Klaksvíkar Talvfelag og sum vera mann, er hann væl nøgdur við úrslitið.

- Ja, eg eri væl nøgdur við mítt avrik í ár. Tað er okkurt, sum eg ikki eru so nøgdur við t.d., at eg tapti eitt talv, eg ikki átti at tapa. Men sum heild eri eg væl nøgdur við mátan eg telvi, og hvussu væl tað gekk.

Spurdur um framtíðina, so sigur Jónas, at enn eru ikki greið mál sett, men ætlanin er at halda fram komandi ár og eisini at hava tað stuttligt saman við hinum, sum telva. Tí, sum Jónas sigur, so er heiðurin at gerast unglingameistari úrslit av nógvari venjing og góðum samanhaldi.

Jónas byrjaði longu at telva, áðrenn hann fór í skúla. Men skjótt misti hann hugin, og byrjaði ikki rættiliga aftur at telva, fyrr enn hann gekk í 8. flokki.

- Tað var pápi mín, sum kom við hugskotinum at byrja aftur. Tá skeyt hann upp, at teir skuldu melda eitt lið til unglingaliðkappingina, ið byrjaði í august 2020. Eg spurdi síðani tríggjar aðrar dreingir, og teir vóru eisini við uppá at royna okkurt nýtt. So vit meldaðu eitt lið til. Síðani hava vit telvað regluliga í felagnum og luttikið í kappingum.

Spurdur um, hvat er serliga gott við at telva, svarar Jónas:

- Mær dámar væl at telva, tí hvør avgerð telur. Við einum leiki kann alt talvið broytast, tann fyrimunurin tú hevði, fær mótstøðumaðurin møguleika at venda til sín fyrimun. Tað hevur eisini verið serliga gott at verið saman við øðrum telvarum í talvhúsinum í Klaksvík Skákið, har eg lærdi nógv frá teimum telvarunum, sum telva betri enn eg. Sjálvt um eg tapti nógv, lærdi eg nakað nýtt hvørt kvøld, vit telvaðu. Tað er stuttligt at telva, men at vera saman við øðrum við felags áhuga ger tað stuttligari. 

Tá ið Jónas byrjaði at telva, vandi hann, tá ið hann hevði hug. Í tíðini fram til FM hava fyrireikingarnar í venjing sjálvsagt fylt nógv meira, og skjótt fór hann at venja miðvíst hvønn dag. Men áðrenn hann gjørdi seg kláran at telva sjey talv í sjey dagar, helt hann ein steðg í nakrar dagar. Hetta var partur av fyrireikingunum, tí tað krevur bæði sálarliga og likamliga styrki at vera við í toppinum.  

- At telva krevur nógva orku, og eg havi lagt til merkis, at tá ið eg eri virkin kropsliga, telvi eg betur. So áðrenn eg fór at telva, fór eg í Íðka ella ein túr. Annars lurti eg vanliga eftir góðum tónleiki, so sum Red Hot Chili Peppers, áðrenn hvørt talv fyri at koma í rættan stemning. Tað var væl møguliga eisini tað, sum hevði góða ávirkan á telvingina hesaferð :) 

Hóast talv er einstaklingaítrótt, so er felagsskapurin góður og neyðugur, heldur Jónas.

- Eg kenni fleiri, sum telva, og tað er gott, at vit eru nakrir javnaldrar, sum fylgjast í talvi. Tað er ein serligur stemningur millum telvarar, og flestu telvarar eru sera hjálpsamir, og vit geva hvørjum øðrum góð ráð. Eisini telva vit ímóti fólki í øllum aldri, tað er eisini nokkso stuttligt.

Áðrenn vit takka fyri prátið, heldur Jónas fyri:

- Eg haldi, at øll burdu givið talvborðinum ein møguleika. Tað er mennandi fyri fólk at hugsa strategiskt og at royna at rokna nakrar leikir fram. Um onkur er áhugaður at læra seg at telva, so er nógv tilfar at finna á netinum. Men sjálvur haldi eg, at tað er best at telva yvir borðið. Eg væntaði ikki, at eg fór at tíma at telva, tá ið eg byrjaði, men eg eri glaður fyri tað nú.

- Tað er eisini gott, at talv stendur frammi á Skúlatrøð, tí tað kann skapa áhuga hjá øðrum næmingum. Eg haldi, at tað hevði verið stuttligt at sæð næmingar á Skúlatrøð luttikið í nýggja Skúla-FM, ið gevur nýggjum telvarum ein møguleika at royna seg.

Nikkandi taka vit undir við tí og takka Jónasi fyri prátið.

Hjartaliga tillukku við meistaraheitinum og vit ynskja tær bestu leikir í framtíðartalvi.

Úrslitini eru at finna her.