Altjóða bókadagur 23. apríl

22. apríl 2022

Leygardagin 23. apríl er altjóða bókadagur.

Altjóða bókadagurin er ásettur av UNESCO og dagfestingin 23. apríl er orsakað av, at fleiri kendir rithøvundar eru antin føddir ella deyðir hendan dagin. Ein av kendu rithøvundunum er William Shakespeare, sum skrivaði syrgiligu kærleikssøguna um Romeo og Juliet.

Endamálið við altjóða bókadegnum er at fáa vaksin og børn at finna gleðina í at lesa og uppliva teir fyrimunir ein fær við at lesa. 

 

Altjóða bókakvøld

Í annaðkvøld millum 17.00 - 18.00 vilja vit eggja øllum vaksnum og ungum at finna ein góðan lesikrók og seta tykkum væl tilrættis við eina góðari bók. Njótið løtuna á ferð í hugaheiminum.

10 fyrimunir við at lesa bøkur

1.Tað styrkir tíni evni at skriva
2.Tað styrkir minnið og evnini at fokusera
3.Tað styrkir evnini at ímynda tær
4.Tað økir títt orðfeingi
5.Tað økir um tína vitan
6.Tað stimbrar heilan
7.Tað ger teg í góðum lag
8.Tað gevur tær innlivan
9.Tað hjálpir tær at slappa av
10.Tað fyribyrgir strongd

 

Gott vikuskifti!