Hvat eta okkara 14 ára gomlu?

26. apríl 2022

Í dag eru næmingarnir í 8. flokki á Skúlatrøð við í landsfevnandi verkætlan, sum hevur til endamáls at skráseta kost teirra.

Kanningin verður gjørd talgilt við amboðnum myfood24, ið er ment til endamálið. Talgilda skrásetingin er eitt sonevnd 24 tíma-recall, ið merkir, at næmingarnir verða bidnir um at skráseta alt, ið tey hava etið og drukkið seinasta samdøgrið. Harumframt er eyka spurningar á pappíri, har spurt var um kyn, bygd/bý, frítíðarítriv, heilsustøða, alkohol, royking, svøvn, hædd og vekt.

Verkætlanin verður gjørd sum liður í arbeiðinum hjá masterlesandi á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sjálvi siga tey, at kostvanar hjá børnum og ungum eru av stórum týdningi, bæði fyri heilsu og trivnaði á ungum árum, men eisini tá vit hyggja longur út í tíðina.

Kanningar vísa, at góðir kostvanar leggja eitt grundarlag fyri lív og heilsu inn í vaksnalívið. Umframt at ávirka vøkstur og heilsu í barna- og ungdómsárum, eru góðir vanar soleiðis gróðrarbotnur fyri góðum vanum og heilsu seinni í lívinum. Herumframt benda kanningar á, at tað er lættari at broyta kostvanar í ungum árum, og tískil er eisini neyðugt við vitan um, hvussu støðan er hesum viðvíkjandi í Føroyum. 

Upplýsingarnar frá dagsins kanning um kost og heilsu verða seinni brúktar at gera hagfrøðiligar greiningar og harvið at lýsa kostin hjá teimum 14 ára gomlu í Føroyum.

Allar upplýsingar eru sjálvsagt í trúnaði, verða væl vardir og møguligt verður ikki í greiningunum at eyðmerkja einstaklingar.

Spennandi verður seinni í ár at hoyra um ymisku úrslitini frá granskarunum.