Eygleiða og læra um sjóvarfall

27. apríl 2022

8. floksnæmingar, ið hava sjóvinnu, vóru uppi á Hálsi í dag. Teir gingu vesturum og eygleiddu rákið millum oyggjarnar. Ein partur av undirvísingini í sjóvinnu er um streymviðurskifti.  

Uppi á Hálsi eru góðar umstøður at kaga yvir fjørðin og fylgja rákinum. Sýnið er óføra gott yvir fjørðin, so næmingarnir kunnu síggja rákið taka til og fylgja við afturundirgerðum v.m. Næmingarnir kunnu aftaná hyggja í appina “Rák” og kanna eftir, at talgildi miðilin samsvarar við tað, ið vit síggja. 

Vestfallið hevði ligið í tveir tímar, tá vit komu vesturum, so lætt var at síggja, hvussu sjóvarfalsrákið háttaði sær, tá vit nærkaðust vestfalsbroddinum, sum er tíðspunktið, tá tað rekur harðast á sjóvarfallinum.  

Skalt tú sigla millum oyggjarnar, so er umráðandi at hava kennskap til sjóvarfall, veður og vind!