Gera djór úr tí, tey finna úti

28. apríl 2022

Turra og stilla veðrið hevur givið møguleika fyri at vera úti. Tað dámar næmingunum væl, og í gjár fingu næmingarnir í 2. flokki eina serstaka uppgávu.

Tey skuldu út og fingu til uppgávu at gera eitt djór úr onkrum, tey funnu í skúlagarðinum. Tey gjørdu sjálvi av, um tey arbeiddu sjálvi ella í bólki. Sum myndirnar vísa, so er hugflogið gott og fleiri djór fingu lív.

Hetta var eisini ein góð uppgáva, har øll vóru við og vóru so serstakliga hugagóð, og onkur ætlaði sær at halda áfram eftir skúlatíð.

Kanska eitt gott hugskot eisini til tín at gera eftir skúlatíð í dag.