Tað kundi verið eg á enskum

28. apríl 2022

Leygardagin frá kl. 14 verður integratións café á Skúlatrøð. Millum annað verða sang og dans framførslur úr ymiskum londum á skránni eins og møguleiki verður fyri at læra at skera frukt og at gera shanghai rolls. 

Hendan dagin verður eisini framførsla av sangurin hjá Steintóri Rasmussen Tað kundi verið eg, sum her verður framførdur á enskum. Hetta er ein verkætlan, har sangkvinna Lena Andersen eisini luttekur.

Í gjár vóru venjingar við flyglið á Skúlatrøð, og sum stutta brotið vísir, so fer enska útgávan eisini at rigga avbera væl. 

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu sigur, at endamálið við tiltakinum er at koma hvørjum øðrum við, har føroyingar og tilflytarar, sum hava búð í Føroyum í styttri ella longri tíð, kunnu koma saman, læra hvønn annan at kenna og fáa eina hugnaliga løtu saman.

Integratiónsnevndin og Klaksvíkar kommuna bjóða øllum borgarum vælkomnum til eina spennandi og viðkomandi café.