Eta matpakka uppi á Klakki

29. apríl 2022

Í dag er veðrið so gott, at talvliðið á Skúlatrøð valdi at fara ein túr fyri at fáa íblástur úr náttúruni. Tað endaði við, at matpakkin bleiv etin uppi á Klakki. Ein frálíkur túrur, og matpakkin smakkaði sum vera mann so serstakliga væl úti, serliga tá ið næmingarnir svangir og eitt sindur móðir settu seg niður at eta.

Vælgagnist!