Gera kanelsniglar í nýggjum fyriklæðum

29. apríl 2022

Í køkinum verður javnan tosað um reinføri og m.a. eisini um, hvussu vit kunnu við fyriklæði verja klæðini fyri dálking. 

Í gjár vóru nýggj, snotilig fyriklæðir tikin í nýtslu á Skúlatrøð. Tað er Verkstaðurin á Brekku, sum bæði hevur sniðgivið og seymað úr kovboytoyi. 

Fyriklæðini riggaðu sera væl. Næmingarnir vóru væl nøgdir við tey og fóru so beint til matskránna, sum var at gera - og seinni sjálvandi at eta - kanelsniglar.

Um tú hevur hug at gera kanelsniglar til vikuskiftið, so viðmæla næmingarnir góðu uppskriftina í myndarøðini.  

So er bara eftir at ynskja tykkum øllum eitt gott kanelsniglavikuskifti! :) Síggjast aftur mánamorgunin!