3. pláss til undankapping í skúlatalvi

29. apríl 2022

Í døgunum 26. til 29. apríl var skipað fyri FM í skúlatelving á Tofta skúla, har telvað varð í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappaðust 3. og 4. flokkur og í eldra bólkinum 5. til og við 8. flokkur. Undankappingarnar vóru samstundis býttar á øki soleiðis, at skúlar í Eysturoynni og Norðoyggjum kappaðust í aðrari undankappingini, og skúlar í Streymoynni og sunnanfyri/vestanfyri Streymoynna kappaðust í hinari.

Hetta var undankappingin, áðrenn FM-heitini verða avgjørd í tveimum finalukappingum, og fingu fremstu trý liðini í hvørjari undankapping heiðurin at koma víðari til finaluna.

Okkara dreingir úr teimum trimum 6. flokkunum á Skúlatrøð luttóku í undankapping saman við tilsamans 14 liðum og fingu teir eitt flott 3. pláss. Jákup, Pætur, Regin, Josias, Hanus og Dánjal skulu nú fyrireika seg til finaluna, sum verður um 14 dagar.

Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við flotta 3. plássinum og góða eydnu í finaluni.

Á myndini eru dreingirnir avmyndaðir saman við føroya besta telvara, Helga Dam Ziska.