Spæla Kópakonan fyri norðurlendingum

3. mai 2022

Kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sum hevur sjálvt stoytt sær oman og forkomið sær í sjónum. Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum  menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum í fjøruni og inni í látrunum...

Les víðari her.

Soleiðis byrjar søgnin um Kópakonuna, sum bæði er kend og væl dámd. Hesa vikuna verður dúgliga arbeitt við at pallseta søgnina, tí seinni í vikuni verður leikurin spældur fyri miðdeildini og fyri norðurlendskum gestum, sum koma á vitja á Skúlatrøð. 

Vit vóru við til venjinjingarnar í dag, og sigast má, at næmingar og lærarar hava gjørt nógv burtur út.

Nú verður spennandi hjá næmingunum at framføra leikin fyri børnum og vaksnum. Tey gleða seg í øllum førum.