Haiku sum skaldskaparslag

5. mai 2022

Haiku er japanskt skaldskaparslag við føstum ásetingum um formin, sum geva stuttar yrkingar. Yrkingaslagið verður nógv brúkt í evropeiskari modernismu og inniheldur alt tað, sum menniskju nú einaferð hava hug til at yrkja um.

Siðbundnar haikuyrkingar hava tríggjar linjur við 17 stavilsum í alt, t.v.s. 5 - 7 - 5. 

7. flokkur hevur í morgun roynt seg við haikuyrkingum í donskum. Hetta gjørdu tey við støði í ævintýrinum De vilde svaner eftir H.C. Andersen, sum tey stutt skuldu endurgeva. Her er eitt dømi:

 

Sum myndirnar vísa, fingu næmingarnir fleiri góðar haikuyrkingar, sum tú kanst lesa. Um tú vilt vita meira, so er eitt stutt brot á enskum her. So kanst tú eisini royna teg.