Í dag er miðbýurin reinur og fríður

6. mai 2022

Í dag hava næmingar og lærarar í innskúlingini verið úti og ruddað. Skúlin ynskir at vera við til at halda býin reinan og fríðan. Sum myndirnar vísa, so var løtan góð, og veðrið gjørdi eisini sítt. 

Frá 2. til 7. mai er ruddingarvikan í Klaksvík. Vikan endar við einum serligum býardegi, har ymisk fólkslig, grøn og rørslufremjandi átøk verða í býnum. Ruddingarvikan er liður í átakinum Virkið Vár, sum hevur til endamál at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum. Skráin fyri leygardagin er millum myndirnar, og kanska hevur tú hug at vera partur av tí, sum skráin bjóðar.

Við hesum verður tykkum ynskt eitt gott vikuskifti, og vit síggjast aftur mánamorgunin.