Vit eru føroyameistarar í talvi

9. mai 2022

Í dag var finalan í FM í skúlatelving leikt í Runavík, og vinnarar gjørdust dreingirnir á Skúlatrøð. 

Undankappingin var leikt á Toftum í døgunum 26. til 29. apríl, og tá gjørdist greitt, hvørji tey trý fremstu liðini, ið sluppu víðari til finaluna, vóru. Okkara dreingir úr teimum trimum 6. flokkunum á Skúlatrøð luttóku í undankapping saman við tilsamans 14 liðum, og fingu teir tá eitt flott 3. pláss.

Í dag hava so Bogi, Poul, Josias, Jákup, Pætur, Regin, Hanus, Rókur og Dánjal úr 6., 7. og 8. flokki telvað, og eftir nógvar leikir og væl spæld talv gjørdust teir ikki minni enn føroyameistarar. 

Sum tað er flott, dreingir! Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.

Á myndini eru dreingirnir avmyndaðir saman við borgarstjóranum og føroya besta telvara, Helga Dam Ziska.