Lærarastørv á Skúlatrøð

16. mai 2022

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022:

  • 3 føst lærarastørv
  • 6 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023, vegna farloyvir, lækkað tímatal og avlopstímar. Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í smíð, dreingjaítrótti og í serdeild.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mai 2022 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Postsmoga 260
FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 720 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 10 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.