Konsert við Skúlakórinum og Tónlistaskúlanum hóskvøldið

16. mai 2022

Skúlakórið á Skúlatrøð er eitt virkið kór, og hava tey sungið saman bæði til tiltøk í og uttan fyri skúlan. Saman við kórleiðarum, tónleikarum og sangarum eru tey eini 70 í tali. Tey venja eina ferð um vikuna, og nú gleða tey seg aftur til at syngja fyri øðrum.  

Tí hóskvøldið kl. 19 verður høvi til at hoyra Skúlakórið saman við tónleikarum - tað eru næmingar og lærarar - úr Tónlistaskúlanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin hóskvøldið kl. 19 á Skúlatrøð.