Hornorkestrið á Skúlatrøð á venjingarlegu

19. mai 2022

Hetta skúlaárið hevur hornorkestrið á Skúlatrøð verið virkið, og í dag vóru tey á venjingarlegu í Vestmanna saman við orkestrinum í Vestmanna skúla.

Tey spældu løg, sum Atli K. Petersen hevur gjørt og lagt til rættis.

Ein so sera væl eydnaður, góður og læriríkur dagur, sum endaði við eini konsert fyri næmingum í Vestmannaskúla.