Góðir miðlavanar í miðdeildini

20. mai 2022

Í dag hevði miðdeildin vitjan av løgregluni, sum tosaði um góðir miðlavanar. Millum annað var tosað um, at seinasta trivnaðarkanningin frá 2019, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið stóð fyri, vísir, at líka nógv børn og ung í føroyska fólkaskúlanum verða happaði andlit til andlits sum á netinum. Talið er 11%.

Nærum 21% av teimum nevndu omanfyri fáa særandi boð ella myndir sendandi til sín og heili 14% uppliva, at særandi myndir verða sendar runt til onnur av sær. Í Føroyum er tað ólógligt at avmynda persónar av órøttum og deila myndir ella filmar av teimum uttan samtykki. Hetta er lógarfest í Revsilógini §264 a og §236.

Tað var í hesum sambandi, at SSP bjóðaði átakið Góðir miðlavanar, ið er partur av ymsu fyribyrgjandi arbeiðshættunum hjá SSP til næmingar um, hvussu tey kunnu ferðast á netinum á ein skilagóðan hátt.

Dentur var lagdur á, at vit øll hava eina felags ábyrgd at tryggja, at øll trívast á netinum og at hetta hoyrir saman við trivnaðinum hjá flokkinum uttan fyri netið.

Løtan var lærurík, og vónandi ger hon tað lættari hjá næmingunum at fáa góðar miðlavanar.