Tilmelding til 10. flokk

19. mars 2023

Her kanst tú melda teg til Valskúlan komandi skúlaár og lesa um ymsu breytirnar.

Valskúlin, sum 10.flokkur á Skúlatrøð verður kallaður, er spennandi tilboð til teirra, sum vilja menna seg eitt sindur meira, áðrenn avgerð heilt verður tikin til, hvør leið skal takast aftaná loknan fólkaskúla. Vit skapa møguleikan fyri at steðga eitt sindur á, undrast, vera saman og mennast í felagsskapi. Vit leggja dent á, at Valskúlin ikki er framhald av 9.flokki, men heldur vilja vit vera byrjanin til næsta kapitulin aftaná fólkaskúlan. Undirvíst verður í kravdu lærugreinunum føroyskt, enskt og støddfrøði. Síðani snikka næmingarnir sjálvir restina av tímatalvuni saman við at velja breytir og vallærugreinar. Afturat vanligu undirvísingini arbeiða vit nógv við ymiskum verkætlanum so sum upplivingarrúmum, jólaleiki, skipa fyri felags tiltøkum fyri restini av skúlanum o.s.fr. Her sleppa næmingar í Valskúlanum veruliga at royna sítt hugflog og skapandi evni, at skipa fyri, og kanska eisini at finna fram til ymiskt, sum tey ikki longu vita av, at teir duga ella tíma. Eisini er spennandi námsferð afturvendandi táttur í Valskúlanum.

Kunning um Valskúlan, er at finna á heimasíðuni hjá Valskúlanum.

Heimasíða hjá Valskúlanum

Á heimasíðuni ber til at lesa um tímatalvu, breytir, námsferð o.a. Á heimasíðuni er eisini leikja til tilmelding. Tað ber eisini til at trýsta á leinkjuni niðanfyri og melda til.

Tilmeldingarfreitstin er fríggjadagin 24. mars.

Melda til Valskúlan